Landið noyðist at gjalda

bannari
Landið noyðist at gjalda
Heimild er ikki at krevja pening frá fólki, sum koma til Føroya, fyri koronukanningar
 
10.07.2020 - 09:32

Heilsumálaráðið hevur, nú tað í gjár fekk seks milliónir krónur afturat til koronukanningar, longt sáttmálarnar við Smyril Line og Thetis til og við 31. juli.

Smyril Line fær 500 kr. fyri hvørja kanning, og Thetis fær 390 krónur. Landið noyðist at gjalda fyri kanningarnar, tí heimild er ikki at krevja pengarnar frá fólki.

Ein kanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið. sigur, at 56,4 prosent av teimum spurdu halda, at ferðafólk eiga at gjalda fyri kornonukanningina.

32,6 prosent halda, at landið eigur at gjalda. 11 prosent siga seg ikki vita. 500 fólk vórðu spurd í kanningini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584