Ókeypis kanningar halda fram

bannari
Ókeypis kanningar halda fram
Øll ferðandi, sum koma til Føroya, skulu kannast tað, sum eftir er av juli, sigur Heilsumálaráðið
 
09.07.2020 - 18:56

Ferðandi kunnu av somu orsøk vænta drúgvari bíðitíð, tá ið tey koma til landið. 

Heilsumálaráðið heitir á øll ferðandi um at fara beinleiðis í heimauppihald, til tey hava fingið svar upp á kanningina, svarið kemur sum oftast sama kvøld og í seinasta lagi á middegi dagin eftir.

Við at lata upp fyri ferðing til Føroya, økist eisini smittuvandin, skrivar ráðið og heitir á øll um at minnast til frástøðuna og góða reinførið. 

Fyribils galdandi til 31. juli

Okkara samfelag er lítið og viðbrekið, og tí er umráðandi, at framvegis hava fyrilit so at vit fyribyrgja smittubreiðslu, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi seinnapartin.

Ráðið hevur skrivað undir nýggjar sáttmálar við Thetis og Smyril Line um koronukanningarnar, soleiðis at kanningarnar av ferðafólki framhaldandi verða gjørdar á besta og tryggasta hátt, sum ráðið orðar seg.

Samstarvssáttmálarnir eru galdandi frá 11. juli til og við 31. juli, og møguleiki er fyri leingja hesar fram til 16. august 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887