- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark og Svøríki seta pening í SAS
Danmark og Svøríki seta pening í SAS
Skandinaviska flogfelagið fær níggju milliardir krónur í nýggjari bjargingarætlan frá danska og svenska statinum
30.06.2020 - 09:59
Bjargingarætlanin, sum skal forða fyri, at SAS fer á húsagang, merkir, at flogfelagið verður bjálvað við níggju milliónum krónum eyka, nú danski og svenski staturin vaksa um sín ognarlut í SAS.
Skandinaviska flogfelagið, SAS, handaði í gjár 1.593 starvsfólkum uppsagnarbræv. Talan er um flogternur, starvsfólk á landi, flogskiparar, tøkningar og starvsfólk í umsitingini.
SAS segði miðskeiðis í juni, at felagið hevði tørv á níggju milliardum krónum, skuldi flogfelagið klára seg. Danski staturin eigur 14 prosent og svenski staturin 14 prosent og eru størstu eigararnir í felagnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV