- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA fer úr WHO
30.05.2020 - 17:40
Aktuelt›Útheimurin
USA fer úr WHO
Donald Trump heldur, at Heimsheilsustovnurin hevur virkað til fyrimuns fyri Kina, tá Koronavirussið tók seg upp í Wuhan um ársskiftið

Savnsmynd
USA fer úr Heimsheilsustovninum WHO. Tað hevur amerikanski forsetin Donald Trump boða frá.
Danmarks Radio skrivar, at USA er tað landið, sum letur mest pening til WHO.
Orsøkin til at USA fer úr WHO er, at USA heldur Heimsheilsustovnurin hevur virkað til fyrimuns fyri Kina, tá Koronavirussið tók seg upp í Wuhan um ársskiftið.
Donald Trump. skuldsetur eisini stovnin fyri at hava givið skeivar upplýsingar um støðuna í Kina, tá koronavirusið tók seg upp, og hann skuldsetur WHO fyri ikki at vera nóg atfinningarsamt ímóti Kina.
USA hevur ikki latið pening til WHO síðani miðjan apríl.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV