Sjúkrahúsini hava nøvn, sum fólk standa saman um

Sjúkrahúsini hava nøvn, sum fólk standa saman um
Tað sigur áhugabólkurin "Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi" í einum skrivi til stjóran á Suðuroyar Sjúkrahúsi
 
24.05.2020 - 14:57

At gera broytingar á sjúkrahúsøkinum fer ongantíð lættliga framvið og tað fer nýggja uppskotið um navnabroyting heldur ikki.

Fleiri norðanfyri hava víst á sína ónøgd við ætlaðu navnabroytingina av teimum trimum sjúkrahúsunum, men nú gera suðuroyingar um seg eisini.

Áhugabólkurin, sum kallar seg "Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi", sum telur 1403 limir, hevur sent eitt skriv til stjóran á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Hans Paula Henryson, har tey heita á hann um at virka fyri, at ætlanin verður tikin aftur.

Tey siga, at tað eigur ikki at verða neyðugt at broyta nøvnini á sjúkrahúsunum fyri at knýta sjúkrahúsini saman. Tað er eitt arbeiði, sum sjúkrahúsleiðslurnar og politiski myndugleikin skulu taka sær av.

Virðislønin til vinnaran av navnakappingini er kr. 10.000 og tann peningurin, umframt allur hin peningurin, sum verður brúktur uppá navna- og samleikabroytingina, er betur brúktur uppá til annað, sum kemur sjúklingum til góða, siga tey frá bólkinum "Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi".

Tey enda brævið við at siga, at sjúkrahúsini hava nøvn, sum fólk standa saman um og tí skulu tey varðveitast.

Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá umboðum frá áhugabólkinum, men tey ynskja ikki at gera fleiri viðmerkingar enn tað, sum stendur í skrivinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010