Flogfar datt niður í eldhav

Flogfar datt niður í eldhav
Myndugleikarnir hava fyribils sett forboð at flúgva við flogførum, sum verða brúkt at sløkkja skógareld
 
23.01.2020 - 14:45

Tríggir amerikanskir sløkkiliðsmenn lótu lív, tá eitt flogfar, sum verður brúkt at sløkkja eld, datt niður í Avstralia tíðliga í morgun, okkara tíð, skrivar The Guardian.

Flogfarið var av slagnum C-130 Hercules.

Tað varð nýtt sum eitt sonevnt vatnbumbu-flogfar í stríðnum ímóti skógareldunum. Flogfarið var í Snowy Mountains-økinum í landspartinum, New South Wales, tá ið tað fekk trupulleikar.

Snowy Mountains er skamt sunnan fyri høvuðsstaðin, Canberra.

Forboð at flúgva

Flogfarið datt niður í einum øki, har skógareldar herja, og har torført er hjá sløkkiliðsfólkum at sleppa framat.

Myndugleikarnir í Avstralia hava fyribils bannað líknandi flogførum, sum verða brúkt at sløkkja skógareldar, at flúgva.

C-130 Hercules flogførini taka 15.000 litrar av vatni, og tey hava stóran týdning í sløkkiarbeiðnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012