Coronavirus: Eitt ár at finna koppingarevni

bannari
Coronavirus: Eitt ár at finna koppingarevni
17 fólk eru deyð, og 571 eru vorðin sjúk
Coronavirusið hevur breitt seg til fleiri lond
 
23.01.2020 - 11:29

Tað fer at taka í minsta lagi eitt ár at finna eitt koppingarevni ímóti nýggja coronavirusinum, sum ger um seg, serliga í Kina, sigur stjórin í altjóða koppsetingarstovninum, Gavi, Seth Berkley.

Kinesisku myndugleikarnir upplýsa í dag, at 571 fólk eru sjúk, og at higartil eru 17 deyð av sjúkuni. Tað eru nógv sløg av coronavirusi. Tey flestu gera lítið um seg, og merkjast sum krím.

So eru onnur sløg, sum gera meir um seg, eitt nú tá SARS-virusið gjørdi um seg fyrst í øldini. Seth Barkley sigur, at serfrøðingar vita ikki enn, hvussu nýggja virusið virkar, og tí ber ikki til at geva nakra viðgerð enn.

Tað er heldur ikki greitt, hvussu víða virusið kann breiða seg. Nýggja virusið tók seg upp í býnum, Wuhan, í Kina um ársskiftið.

Eitt ár at finna koppingarevni

Tað fer at taka mánaðir at fáa greiði á støðuni, og í minsta lagi eitt ár at finna koppingarevni, sigur stjórin í Gavi.

Gavi er ein altjóða stovnur, sum ikki skal hava vinning, men sum samstarvar við stjórnir, feløg, heimsbankan og hjálparfelagskapir, um at menna betri koppingarevni.

Felagskapurin upplýsir, at teirra arbeiði hevur virkað til, at meir enn 760 milliónir børn eru koppsett í heimsins fátækastu londum síðani aldarskiftið, og tað hevur forðað fyri, at 13 milliónir børn eru deyð av ymsum sjúkum.

WHO fund í gjár

Upplýst verður, at nýggja coronavirusið hevur breitt seg úr Kina til Japan, Filipsoyggjar, Taivan, Suðurkorea, Tailand og USA, og til Hongkong og Macau.

Myndugleikarnir í Kina hava sett teimum 11 milliónum fólkunum í Wuhan forboð fyri at fara úr býnum.

Heimsheilsustovnurin, WHO, hevði fund í gjár um støðuna, men mett var ikki at nøkur niðurstøða um sjúkuna kundi gerast, og tí hevur WHO aftur fund í dag, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012