Forsetaval í Tunesia í dag

Forsetaval í Tunesia í dag
Tað eru átta ár síðani, at Tunesia bleiv demokratiskt. Valhølini til forsetavalið lótu upp klokkan átta lokala tíð í morgun
 
15.09.2019 - 10:37

Tunesia fór frá einaveldi til demokrati í 2011, aftaná ein uppreistur, sum kollvelti Tunesia og eisini legði lunnar undir, at fólk í Egyptalandi, Yemen, Bahrain, Libya og Syria, gjørdu uppreistur.

Í summum londum bleiv uppreisturin sera ógvusligur, men í Tunesia gekk broytingin frá einaveldi til demokrati væl.

Minst 50 prosent fyri at vinna valið

Forsetavalevnini mugu fáa 50 prosent av atkvøðunum fyri at vinna forsetavalið, men fær eingin 50 prosengt av atkvøðunum, so verður atkvøtt umaftur, um tey bæði valevnini við flest atkvøðum. Tann, ið tá fær flestu atkvøðurnar, vinnur forsetavalið.

24 fólk stilla upp til forsetavalið í Tunesia, har í millum eru tvær kvinnur. Tunesia hevur parlamentslimir, ein forsætisráharra  og forseta.

Forsetin hevur beinleiðis vald á uttanríkis- og verjumálum, meðan forsætisráharrin tekur sær av nærum øllum øðrum, tó kann forsetin forða lógarbroytingum. Parliamentið velur forsætisráharran.  Valið til parlamentið í Tunesia verður 6. oktobur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851