11 heiðursmerki fjórða dagin

bannari
10.07.2019 - 23:45
Ítróttur
11 heiðursmerki fjórða dagin
Nú tveir dagar eru eftir av Oyggjaleikunum er talið á gullmerkjum komið upp á 19. Fimm komu í dag
Eftir at fýra dagar eru farnir framvið á Oyggjaleikunum í Gibraltar liggja Føroyar á triðja plássi á heiðursmerkjatalvuni við 19 gullmerkjum.
 

Aftur í dag gjørdu svimjararnir um seg og vunnu fýra gullmerki. 

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard vann gull í 400 frí og 50 metrum frí.

Óli Mortensen vann eisini gull á 800 metrum frí og Signhild Joensen á 200 metrum rygg. 

Føroyar vunnu eisini tvey bronsuheiðursmerki í svimjing. Annað kom í liðkappingini hjá kvinnum, og hitt vann Róland Toftum í 50 m firvald.

Marius bestur

Í einstaklinga kappingini í skeet eydnaðist tað Mariusi F. Joensen at vinna gull, eftir at hann hevði skotið 49 dúgvur. 

Hetta var annað gullið hjá honum á hesum leikunum, tí hann vann gull í liðkappingini saman við Tóri Fløtt. 

Tórur Fløtt bleiv nummar fimm í einstaklingakappingini. 

Fýra bronsu

Í frælsum ítrótt vunnu Føroyar tvey bronsuheiðursmerki afturat. Teresa F. Bláhamar vann bronsu í hæddarlopi, tá hon leyp 1,56 metrar. 

Teresa skrivaði søgu í dag, tí hon er fyrsta kvinna, sum loypur hæddarlop fyri Føroyar á Oyggjaleikunum. 

Tvey onnur bronsuheiðursmerki vórðu vunnin í opna vektbólkinum í judo, tá Petur Sigurd Johannesen og Edvard Johannesen vunnu hvør sítt. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. apríl
Morgunlesturin fríggjamorgunin 23. apríl 2021
123017
Hósdag 22. apríl
RagnarRokk 22.apríl "Jorn Lande"
122921
Hósdag 22. apríl
BREDDIN
123177
Hósdag 22. apríl
Nón 22. apríl 2021
123174
Hósdag 22. apríl
Mono: Sangleikir (1:5)
123165
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. apríl
3-2
123045
Sunnudag 18. apríl
Andakt við Beintu Áargarð
122973