Brúkarin í Føroyum ikki nóg væl vardur

Brúkarin í Føroyum ikki nóg væl vardur
Langt er eftir á mál til vit hava eina nóg góða brúkaravernd í Føroyum, sigur Brúkaraumboðið
Fólk eiga at kunna iðra keyp í telduni, sigur Brúkaraumboðið
 
25.06.2019 - 12:05

Langt er eftir á mál til vit hava eina nóg góða brúkaravernd í Føroyum. Tað sigur Brúkaraumboðið.

Og tá eingi ítøkilig stig eru tikin til at styrkja brúkaraverndina á teimum økjum, sum Brúkaraumboðið mælti til bæði í 2015 og 2016, verða tilmælini endurtikin í ársfrágreiðingini fyri 2017-2018, sigur Brúkaraumboðið.

Brúkaraumboðið mælir framvegis til at seta eina brúkarakærunevnd, sum skal viðgera kærur frá brúkarum, sum hava keypt eina vøru ella tænastu.

Reglur um nethandil

Brúkaraumboðið mælir eisini til, at reglur um nethandil verða settar í verk í Føroyum. Í hinum Norðurlondum kann brúkarin iðra sítt netkeyp. Brúkaraumboðið mælir tí til, at reglur um iðranarrætt verða settar í gildi í Føroyum. 

Brúkaraumboðið vil eisini, at krøv eiga at verða sett seljarum á netinum um at upplýsa fullfíggjaðan prís umframt keypstreytir og garantitreytir.

Brúkaraumboðið hevur sum fremstu uppgávu at hava eftirlit við, at lóg um marknaðarføring verður hildin. Brúkaraumboðið skal hava trý fólk til tess, men hevur bara fígging til eitt. Málini, sum Brúkaraumboðið skrásetir, eru nógv færri nú enn tey vóru.

Færri mál

Sambært ársfrágreiðingini fyri 2017-2018 vórðu 61 mál skrásett í fjør. Tey vóru 78 í 2017 og 95 í 2016. Men kærurnar vóru á leið tær somu, ávikavist 22, 21 og 29.

Í 2017 vóru fleiri vinnurekandi, sum brúktu Brúkaraumboðið, men annars eru brúkararnir, tað eru tey, sum keypa, fleiri enn tey vinnurekandi, tey, sum selja.

Leigunevndin, sum er hjá Brúkaraumboðnum, fekk 39 mál í 2017 og 50 í 2018. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584