Radikali flokkurin møtti ikki til samráðingar

bannari
Radikali flokkurin møtti ikki til samráðingar
Radikali flokkurin í Danmark møtti ikki, nú allir stuðulsflokkar hjá Sosialdemokratunum í kvøld skuldu tingast saman um stjórnarsamstarv
 
19.06.2019 - 18:48

Radikali flokkurin ikki møtti til samráðingar um stjórnarsamstarv á fyrsta sinni í dag, tí tey Radikalu eru ónøgd við, hvussu samgongusamráðingarnar ganga. Tað skrivar DR.

Morten Østergaard, formaður í Radikala flokkinum, sigur við DR, at hann ikki ætlar sær at tingast meira um veðurlagspolitikkin, fyrr enn størri úrslit eru fingin um útlendingaspurningin og fíggjarpolitikkin.

Felagstingingarnar undir leiðslu av Mette Frederiksen byrjaðu annars klokkan fimm føroyska tíð, og veðurlagspolitikkur stóð á skránni.

Hinir flokkarnir eru bilsnir

Avboðið hjá teimum Radikalu ger hinar flokkarnar á reyða vonginum bilsnar.

Eg vildi ynskt, at allir flokkar vóru her. Vit koma, tá vit fáa boð um tað, segði Pernille Skipper úr Eindarlistanum, tá hon kom á fund.

Pia Olsen Dyhr úr SF sigur seg vera púrasta bilsna.

Tað er sera undarligt, at Østergaard ikki møtir. Hann sigur nei til at fáa ávirkan, og tað ljóðar ikki serliga radikalt, sigur hon við Danmarks Radio.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585