Bjartskygd um samráðingar

bannari
10.06.2019 - 09:58
AktueltÚtheimurin
Bjartskygd um samráðingar
Stjórnarsamráðingarnar um nýggja stjórn í Danmark halda fram, og eftir fundin í gjár vóru valdaði framvegis bjartskygni
 

Samráðingar um nýggja stjórn í Danmark halda fram.

Eindarlistin, SF, Radikala Vinstra og Sosialdemokratarnar samráðast. Hetta er triði fundur á rað millum flokkarnar, og í gjár var vælferð og fígging á skránni.

Og eftir fundin vóru bæði Mette Frederiksen, forkvinna í Sosialdemokratiska flokkinum og Morten Østergaard, formaður fyri Radikala Vinstra bjartskygd. 

"Líkt er til, at vit kunnu manna ein bát, og gerast samd um, hvønn veg vit skulu fara. Og útlitini fyri at Mette Frederiksen verður forsætisráharri eru góð", segði Morten Østergaard aftaná fundin. 

Mette Frederiksen var eisini bjartskygd. "Vit hava havt tríggjar góðar samráðingar, og vit eru samd um nógv. Men vit skulu eisini vísa danskarunum, at vit kunnu fíggja tað, sum vit lova", segði Mette Frederiksen. Tá tað snýr seg um fígging, eru vit  framvegis ósamd um nógv, og har noyðast vit at finna eina semju, men tað sær gott út", segði hon aftaná fundin í gjár.

Eindarlistin, SF og Radikala vinstra krevja allir eitt minsta mark fyri talinum av starvsfólkum í vøggustovum og barnagarðum, at lækkingin av játtanini til útbúgvingar verður steðgað og eitt vælferðarlyft, men flokkarnir eru ósamdir um, hvussu hetta skal fíggjast. 

Radikali Vinstra vil fíggja vælferðarlyftið við at fáa fleiri arbeiðsleys, flóttarfólk og tilflytarar í arbeiði, meðan Eindarlistin vil fíggja eitt nú minstamarkið fyri talið av starvsfólkum á dagstovnum við at broyta skattin. 

Pernille Skipper, politiskur leiðari fyri Eindarlistan segði áðrenn samráðingarnar í gjár, at Eindarlistin ikki vil góðtaka fíggjarleistin hjá Radikala Vinstra. "Tað er týdningarmikið, at vit ikki stinga fingrarnar niður í lummarnar hjá fólkapensionistunum og teimum arbeiðsleysu", segði hon áðrenn fundin í gjár. 

Samráðingarnar millum flokkarnar halda fram týsdagin, tá onnur evnir verða á fundarskránni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. apríl
Frá fyrsta Smirli til í dag - 11. sending
122923
Leygardag 17. apríl
TEMAPLÁTAN: New Jersey, Bon Jovi, 1988
122961
Leygardag 17. apríl
Hetta heilaga Evangeliið skrivar
122959
Leygardag 17. apríl
Brunsj við Niels Petur Nolsøe (NePtuN)
122958
Leygardag 17. apríl
Akkerini vóru bjargingin
122792
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 17. apríl
Hondbóltur: VÍF - H71
122963
Hósdag 15. apríl
Tóki
122879
Mikudag 14. apríl
Hondbóltur: H71 - VÍF
122834
Mikudag 14. apríl
Hondbóltur: Neistin - STIF, 1. FM-finalan
122833
Týsdag 13. apríl
Katrin Danielsen, Ílegusavnið
118857