Íslendsk skip sleppa í føroyskan sjógv

Íslendsk skip sleppa í føroyskan sjógv
Kunngerðin um íslendskan fiskiskap í føroyskum sjógvi í ár er komin í gildi
Íslendskir fiskimenn
 
22.03.2019 - 12:56

Íslendsk skip kunnu fiska uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi. Íslendska svartkjaftakvotan í ár er 241.000 tons. Nógv tað mesta verður fiskað undir Føroyum, hagar svartkjafturin nú er á veg.

Kunngerðin um íslendskan fiskiskap í føroyskum sjógvi í ár er komin í gildi. Í mesta lagi 15 íslendsk skip kunnu fiska svartkjaft her í senn. 

Umframt svartkjaft sleppa íslendsk skip at fiska sína kvotu av norðhavssild í føroyskum sjógvi og 1.300 tons av makreli. 

Íslendska sildakvotan í ár er góð 102.000 tons. Hjáveiðan hjá íslendsku uppsjóvarskipunum má bara vera tvey prosent, sambært kunngerðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585