Bora eftir hita

Bora eftir hita
Sambandsflokkurin hevur uppskot til samtyktar um jarðhita og heitt vatn í undirgrundini
Jarðhiti
 
22.03.2019 - 13:05

Løgtingið skuldi aftur í dag viðgera grøna orku. Men tingfundurin í dag er avlýstur fyri veður.

Eitt uppskot til samtyktar hjá Sambandsflokkinum um jarðhita og orkuloysnir, sum kunnu gagnnýta heita vatnið í føroysku undirgrundini til at hita sethús, var í dagsskránni hjá tinginum í dag.

Sambandsflokkurin vil hava løgtingið at heita á landsstýrið um at leggja fyri løgtingið uppskot um lóg, sum skal seta ferð á alternativa og grøna orku til at hita sethús.

Eiga at sleppa undan mvg

Lógin skal leggja serligan dent á vanligan jarðhita og at gagnnýta heita vatnið í føroysku undirgrundini.

Sambandsflokkurin sigur, at tað almenna eigur alt fyri eitt at bora og kanna, hvar heitasta vatnið er í undirgrundini í Føroyum.

Hitaloysnirnar, sum Sambandsflokkurin mælir til, eiga at sleppa undan meirvirðisgjaldi og fáa bíligari streymin frá SEV, heldur flokkurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585