Bíðar eftir svari frá borgarstjóranum um sessirnar

Bíðar eftir svari frá borgarstjóranum um sessirnar
Landsstýrið bíðar eftir svari frá borgarstjóranum á Tvøroyri um, hvat er hent, eftir at býráðið samtykti, at hann skal velja millum tveir sessir
Býraðið á Tvøroyri.
 
29.01.2019 - 08:07

Kommunala eftirlitið bíðar eftir svari frá borgarstjóranum á Tvøroyri um, hvat er hent, eftir at býráðið samtykti, at hann skal velja millum borgarstjórasessin og løgtingssessin.

Kommunala eftirlitið vil eisini hava at vita, um einki er hent, hví einki er hent.   

Hóast býráðið í Tvøroyri samtykti fyri einum mánaði síðani, at borgarstjórin noyðist at velja millum borgarstjórasessin og løgtingið, hevur Kristin Michelsen ikki valt.

Hann er framvegis borgarstjóri og løgtingsmaður, sum býráðíð loyvdi honum í 2017.

Men nú er ein annar meiriluti í býráðnum. 

Og tann meirilutin vil hava Kristin Michelsen at velja millum sessirnar báðar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652