Stendur í botni í samráðingunum

bannari
Stendur í botni í samráðingunum
Semingsstovnurin ger ikki meir við samráðingarnar millum Ljósmøðrafelagið og Fíggjarmálaráðið, sum støðan er í løtuni
 
17.11.2018 - 10:06

Tað stendur í botni í samráðingunum millum Ljósmøðrafelag Føroya og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. 

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur í dag, at hann hevur kunnað partarnar um, at Semingsstovnurin ikki ger meir sum støðan er nú. 

Ljósmøðrafelagið vrakaði eitt semingsuppskot, sum varð lagt fyri partarnar 6. november, og 8. november fóru allar ljósmøðurnar á føðideildini - undantikið leiðandi ljósmóðurin, í verkfall. Verkfallið varð hert mikudagin, tá leiðandi ljósmóðurin eisini fór í verkfall. 

Sjúkrahússtjórin, Jóanis Erik Køtlum, segði við útvarpið mikudagin, at støðan á Lanssjúkrahúsinum als ikki er nøkrandi, og at verkfallið hjá ljósmøðurnum nú eisini rakar onnur øki á Landssjúkrahúsinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652