Oljueftirspurningurin minkar skjótari enn væntað

Oljueftirspurningurin minkar skjótari enn væntað
OPEC væntar, at eftirspurningurin eftir olju í 2019 verður 500.000 tunnur minni, enn felagskapurin roknaði við fyri bara tveimum mánaðum síðani.
 
14.11.2018 - 09:39

Búskaparvøksturin, sum hevur verið kring heimin, er minkandi, og tað fer at hava við sær, at eftirspurningurin eftir olju fer at minka skjótari í 2019, enn roknað hevur verið við. Tað er meitingin hjá oljufelagskapinum, OPEC, í mánaðarligu frágreiðingini, sum júst er almannakunngjørd.

OPEC sigur seg rokna við, at eftirspurningurin eftir olju í 2019 verður 31,5 milliónir tunnur um dagin frá OPEC-londunum. Tað eru 500.000 tunnur minni, enn felagskapurin segði seg rokna við fyri tveimum mánaðum síðani og 1,4 milliónir tunnur minni, enn OPEC-londini útvinna í dag.

Sambært Bloomberg tíðindastovuni er tað orsøkin til, at m.a. Saudiarabia mælir til at minka søluna av olju - ein avgerð, sum skal takast á fundi í OPEC í Wien í Eysturríki í desember.

Prísurin á ráolju lækkaði nógv í gjár báðumegin Atlantshavið. Tað var tólvti dagurin á rað, at prísurin lækkaði, og so nógv er hann ikki lækkaður síðani 2016.

Amerikanska WTI-oljan lækkaði niður í góðar 55 dollarar fyri tunnuna. Prísurin í morgun er heldur hægri. Ein tunna av olju úr Norðsjónum lækkaði ikki so nógv, men lækkaði niður í góðar 65 dollarar fyri tunnuna.

Tað hevur við sær, at oljuprísurin er lækkaður við meir enn einum fjórðingi, síðani hann var hægstur, og tað var 3. oktober. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691