Tríkilja ikki egnað til Fugloyarleiðina

Tríkilja ikki egnað til Fugloyarleiðina
Fulgoyar kommuna sigur í hoyringarsvari til uppskotið um eitt avloysaraskip til Strandferðsluna, at ein tríkilja ikki er egnað at sigla til Fugloyar
Í løtuni er tað Ritan, sum siglir Fugloyarleiðina.
 
05.10.2018 - 10:56

Ein tríkilja er ikki egnað til farleiðina út í Fugloyar. 

Tað sigur Fulgoyar kommuna í hoyringarsvari til uppskotið frá landsstýrismannninum í Samferðslumálum um eitt avloysaraskip til Strandferðsluna.

Fugloyggin er útoyggj, og talan er um streymasjógv og brimpláss, so serligar eru til flutningstól og atløguviðurskifti annars, sigur Fugloyar Kommuna í hoyringarsvarinum.

Sjálvandi er tað hugaligt, at SSL nú arbeiðir seriøst við at loysa avloysara- og flutningstørvin annars, men hetta er ikki nøkur trygg og hóskandi loysn, tá ið talan er um Fugloyarleiðina, sigur kommunan i hoyringarsvarinum.

Sambært uppskotinum hjá Samferðslumálráðnum er ætlanin at byggja eina 27 metra langa skjóttgangandi tríkilju úr herdaðum glastrevjum, ið gongur 28 míl sum tað mesta og 20 míl við ferðafólki. 

Báturin tekur 120 ferðafólk um summarið og um veturin 97 ferðafólk, tí at øll skulu sita inni.

Báturin tekur tríggjar persónbilar ella ein tungan bil og farm og olju. 

Báturin kostar 34 milliónir krónir at byggja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585