Ljós í Sumbiartunlinum

Ljós í Sumbiartunlinum
Sum liður í trygdarætlanini hjá Landsverki at tryggja allar tunlar í Føroyum, eru ljós tendrað í Sumbiartunlinum í dag.
Mynd: Landsverk  
 
27.09.2018 - 15:32

Í fjør skrivaði Landsverk og El Service undir sáttmála um at fáa gjørt eina trygdarskipan í Sumbiartunlinum. Tað skrivar Landsverk á heimasíðuni.

Í dag vórðu ljósini í Sumbiartunlinum tendrað, og nú lýsa triðja hvørt ljós í tunlinum. Hetta er partur av ferðslutrygdararbeiðinum hjá Landsverki, har endamálið er at tryggja allar føroysku tunlarnar.

Eisini skulu trygdarskáp, eldsløkkjarar, telefonir og vakmyndatól setast upp inni í tunlinum og teknikkhús og bummar uttanfyri.

Trygdararbeiðið verður gjørt í stigum yvir nøkur ár, og sambært Landsverki er tíðarætlanin treytað av játtan til uppgávuna.

Samlaði kostnaðurin er umleið 10,5 milliónir krónur.

sumbiartunnilin.jpg

Caption: 
Nýggja teknikkhúsi uttanfyri Sumbiartunnilin. Mynd: Landsverk

Sumbiartunnilin varð tikin í nýtslu í 1997 og er við sínum 3.240 metrum longsti landtunnil í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584