Hvalbiartunnilin í Løgtingið

Hvalbiartunnilin í Løgtingið
Henrik Old hevur skotið upp, at tunnilin verður hálvan triðja kilometur langur og skal gerast frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba
 
21.03.2018 - 09:37

Nýggjur Hvalbiartunnil og vegir, sum hoyra til, eru á skránni í tinginum í dag. 

Henrik Old, landsstýrismaður, hevur skotið upp, at tunnilin verður hálvan triðja kilometur langur, og hann skal gerast frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba.

Landsvegur verður gjørdur frá tunnilsmunnanum Trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági, og hann verður umleið ein kilometur. 

Harumframt verður landsvegur gjørdur frá tunnilsmunnanum Hvalbiarmegin til Nesveg, og hann verður 2,3 kilometrar. 

Tunnilin verður í 70 metra hædd Hvalbiarmegin og í 100 metra hædd Trongisvágsmegin. 

Tunnilin og vegirnir, sum hoyra til, kunnu í mesta lagi kosta 272 milliónir krónur tilsamans. 

Arbeiðið verður mett at taka trý ár, og ætlanin er at fara undir Hvalbiartunnilin næsta ár. 

Higartil eru sjey milliónir krónur settar av til fyrireikingar og arbeiðsveg.

Næsta ár er ætlanin at játta 52 milliónir krónur til byggiarbeiði, 105 milliónir í 2020, 102 milliónir í 2021, og í 2022 er ætlanin at seta tær seinastu seks milliónir krónurnar til seinastu snøklarnar. 

Tingfundurin byrjaði nú klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652