Tveir triðingar halda, at Bíblian er Guds orð

Tveir triðingar halda, at Bíblian er Guds orð
Allarflestu føroyingar halda, at Bíblian hevur ein guddómligan myndugleika. Men stórur munur er á, hvussu fólk svara kring landið.
 
01.03.2018 - 19:30

Kanningin er gjørd í samstarvi við greiningarfyritøkuna Lóður í sambandi við sjónvarpsrøðina Gud signi Føroyar. Sum triðji partur í sjónvarpsrøðini avdúkaði, hevur ein av spurningunum til endamáls at kanna, hvat føroyingar hugsa um Bíbliuna. Kanningin spurdi:

Tá hugsað verður um Bíbliuna, hvørjari av hesum útsagnum ert so mest samd/ur í?

- Bíblian er Guds fullkomna og lýtaleysa orð til mannaættina. Tað vil siga, at Bíblian er okkara vegvísari í øllum lívsins viðurskiftum.

- Bíblian er innblást av Gudi, men hon er skrivað av menniskjum, treytað av síni samtíð og skal tí tulkast inn í okkara samtíð.

- Bíblian er ikki innblást av Gudi, men hon kann kortini innihalda nakrar gudgivnar sannleikar.

- Bíblian er skrivað av menniskjum og er ikki innblást av nakrari hægri makt. Hon hevur tí ikki hægri myndugleika enn aðrar bøkur.

Og úrslitini vóru soljóðandi:

31 % svaraðu, at ”Bíblian er Guds fullkomna og lýtaleysa orð til mannaættina. Tað vil siga, at Bíblian er okkara vegvísari í øllum lívsins viðurskiftum”. 39 %, svaraðu, at ”Bíblian er innblást av Gudi, men hon er skrivað av menniskjum, treytað av síni samtíð og skal tí tulkast inn í okkara samtíð”.

5 % svaraðu, at ”Bíblian er ikki innblást av Gudi, men hon kann kortini innihalda nakrar gudgivnar sannleikar”. Og 16 % svaraðu, at ”Bíblian er skrivað av menniskjum og er ikki innblást av nakrari hægri makt. Hon hevur tí ikki hægri myndugleika enn aðrar bøkur”.

Tað vil siga, at umleið 70 % av øllum føroyingum halda, at Bíblian so ella so hevur ein guddómligan myndugleika, og góð 20% halda, at hon ikki er innblást av Gudi. Hini 10 prosentini søgdu seg ikki vita.

 

Bíbliufatan

Eins og í undanfarnum sendingum var aftur stórur munur á, hvussu fólk svara kring landið.

Í Norðoyggjum og Eysturoynni svara í meðal 44 prosent, at "Bíblian er Guds fullkomna orð til mannaættina. Tað vil siga, at Bíblian er okkara vegvísari í øllum lívsins viðurskiftum." Í høvuðsstaðarøkinum velja 19 prosent hendan svarmøguleikan, og í restini av landinum er hetta talið 32 prosent.

 

Bíbliufatan kring landið

Kanningin varð gjørd á sumri í 2017 samsvarandi øllum vísindaligum forskriftum, og 532 tilvildarliga vald fólk ímillum 15 og 75 ár luttóku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585