Triði hvør føroyingur trýr á himmal og helviti

Triði hvør føroyingur trýr á himmal og helviti
Triði hvør føroyingur trýr á ein himmal og eitt helviti eftir hetta lívið. Tað vísir kanning í sambandi við sjónvarpsrøðina Gud signi Føroyar.
Triði hvør føroyingur trýr á ein himmal og eitt helviti eftir hetta lívið
 
22.02.2018 - 20:00

Kanningin er gjørd í samstarvi við greiningarfyritøkuna Lóður. Hon varð gjørd á sumri í 2017, og 532 tilvildarliga vald fólk ímillum 15 og 75 ár luttóku.

Sum annar partur í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar avdúkaði, hevur ein av spurningunum til endamáls at kanna, hvat føroyingar hugsa um ævinleikan og okkara støðu eftir deyðan. Kanningin spurdi:

Hvør av hesum setningum lýsir best tína trúgv um hvat hendir, tá tú doyrt?

Svarmøguleikarnir vóru soljóðandi:

- Eg trúgvi uppá eitt lív eftir deyðan, men ikki uppá ein serligan/ávísan himmal ella helviti

- Eg trúgvi, at ein fer til himmals ella til helviti

- Eg trúgvi, at ein heldur uppat at eksistera

- Eg trúgvi uppá ein himmal, men ikki eitt helviti

- Eg trúgvi uppá reinkarnatión

- Eg veit ikki, hvat hendir

Og úrstlitini vóru soljóðandi.

23 % svaraðu, at tey trúðu á eitt lív eftir deyðan, men ikki uppá ein serligan/ávísan himmal ella helviti. 36 % svaraðu, at ein fer antin til himmals ella til helviti. 11 % hildu, at ein heldur uppat at eksistera. 12 % trúðu á ein himmal, men ikki eitt helviti. 1 % trúðu á reinkarnatión, tvs. at tú verður fødd/ur aftur í einum øðrum líki. Og 17 % søgdu seg ikki vita. Tað vil siga, at tann størsti bólkurin - 36 prosent - trúgva, at ein fer antin til himmals ella í helviti eftir deyðan. Men vit skulu eisini hava í huga, at tveir triðingar av Føroya fólki settu ikki krossin við hendan svarmøguleikan.

himmal helviti

Eins og í fyrsta parti í sendirøðini Gud signi Føroyar er stórur munur á, hvussu fólk svara kring landið, tá spurt verður um trúgv og lívsáskoðan. Í Norðoyggjum og í Eysturoynni svaraðu heili 54 %, at tað finst ein himmal og eitt helviti eftir hetta lívið. Í høvuðsstaðarøkinum valdu 25 % hendan svarmøguleikan, og í restini av landinum svaraðu 29 %, at tað finst ein himmal og eitt helviti eftir deyðan.

himmal helviti øki

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585