Nevnd til stjórnarskipanaruppskotið veljast í dag

bannari
Nevnd til stjórnarskipanaruppskotið veljast í dag
Nevndin, ið skal viðgera uppskotið um stjórnarskipan, skal veljast á løgtingsfundinum í dag.
 
08.11.2017 - 07:53

Løgtingið skal í dag velja grein 25 nevndina, ið skal viðgerða uppskotið til stjórnarskipan.

Vanliga hava allir flokkar á tingið umboð í einari slíkari nevnd.

Nevndin verður vald sambært grein 25 í tingskipanini.

Grein 25 í tingskipanini sigur, at Løgtingið kann seta aðrar løgtingsnevndir enn tær, sum nevndar eru í § 24, at geva Løgtinginum tilmæli í ávísum málum. Hesar nevndir sita bara, til nevndin hevur avgreitt setning sín og í ongum føri longri enn, til tingsetan endar.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein nevnd verður sett at viðgera eina stjórnarskipan.

Í 2002 var ein grein 25 sett, tá kallaðist hon Grundlógarnevnd, og 2007, 2009 og 2010 vóru grein 25 nevndir settar at viðgerða uppskot um stjórnarskipan, sæst á heimasíðuni hjá løgtinginum.

Umframt at velja nevndina, ið skal viðgera stjórnarskipanaruppskotið, so eru ófráboðaðir fyrispurningar eisini á skránni í løgtinginum í dag.

Tingfundurin byrjar klokkan 11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628