Magn: Avsláttur á streymi útihýsir allari kapping

Magn: Avsláttur á streymi útihýsir allari kapping
Uppskotið hevur sosiala slagsíðu, tí lág- og miðalinntøkur hava ikki ráð at raðfesta hitapumpur og el-bilar, sigur oljufelagið
Finn Jakobsen er tekniskur stjóri í Magn
 
21.10.2017 - 10:08

Verður uppskotið um at lata avsláttur á streymi til hitapumpur og el-bilar samtykt, verður øll kapping á el-marknaðinum útihýst, og uppskotið er ein beinleiðis forðing fyri, at samgongan kann røkka gylta málinum um, at helvtin av húsarhaldunum skal hava lagt um til grøna upphiting í 2025 og øll í 2030.

Tað sigur oljufelagið Magn í hoyringarsvari til uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálum.

Felagið sigur, at einasta gongda leið til grøna orkuveiting er frí kapping um bæði el-framleiðsluna og søluna til brúkararnar.

Lógarboytingin fer at gera beint tað øvuta, tí avslátturin hjá SEV til hitapumpur fer at stavnsbinda brúkaran til SEV, og útlokar allari kapping.

Sosial slagsíða

Magn sigur eisini, at uppskotið hevur sosiala slagsíðu, tí tað gevur avsláttur til dýrar orkuloysnir, hitapumur og el-bilar, sum húsarhald við miðal- og láginntøkum ikki hava ráð at raðfesta fremst. 

Magn mælir í staðin landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum til at fara undir at skilja netvirksemið og el-framleiðsluna hjá SEV sundur í sjálvstøðug feløg, 

- at gera tað møguligt hjá øllum el-framleiðarum at selja streymin beinleiðis til kundan gjøgnum el-netið hjá SEV aftur fyri netgjald, 

- at loyva góðkendum feløgum at keypa streym í heilsølu frá SEV at selja víðari, 

- og at gera tað møguligt at leiga hitapumpur til hús. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851