Føroyar ofta nevndar í donsku fíggjarlógini

bannari
Føroyar ofta nevndar í donsku fíggjarlógini
Umframt heildarveitingina eru nógvar milliónir til Føroya í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2018
Gamla hospital í Havn frá 1828 er tað einasta av 25 smáum sjúkrahúsum, sum vórðu bygd í ríkinum fyrst í 19.øld, sum er eftir.
 
01.09.2017 - 12:18

Føroyar eru eisini við í uppskotinum um donsku fíggjarlógina fyri 2018.

Umframt heildarveitingina, sum næsta ár verður 650 milliónir krónur, eru Føroyar nevndar í sambandi við umsóknina um atlimaskap í FAO, matvøru- og landbúnaðarstovninum hjá ST.

FAO krevur, at danska Uttanríkismálaráðið veitir trygd fyri føroyska limagjaldinum, sum er 15.000 krónur um árið.

Tað er væntandi, sigur Uttanríkismálaráðið, at aðrir altjóða felagsskapir koma við sama kravi.

Uttanríkismálaráðið biður tí um eina millión krónur, so tað kann veita trygd fyri altjóða limaskapi hjá Føroyum og Grønlandi.      

Gamla hospital og nýggj politistøð

Í ár játtaði fólkatingið tríggjar milliónir til at umvæla gamla hospital frá 1828 innan, og hálva triðju millión til at umvæla Føroyahúsið í Keypmannahavn innan.

Hesir pengarnir eru ikki við næsta ár.

Men 67 milliónir krónur til nýggju politistøðina í gamla BankNordik-bygninginum við Húsagøtu í Havn eru við. 

Politistøðin kostar statinum 109 og eina hálva millión.

Statskassin rindar 80 prosent av eftirlønini hjá tænastufólkum og tímalærarum í fólkaskúlanum í Føroyum. Tað er av eftirlønini, sum tey vunnu sær til 1.januar í 1988.

Tað verður eitt sindur meira enn 24 milliónir krónur næsta ár. 

Statskassin rindar eisini næstan 3 milliónir krónur til Føroya og Grønlands fyri at røkja krøvini og skyldurnar, sum ríkið hevur viðvíkjandi landgrunninum og havrættarsáttmálanum hjá ST. 

Og lønin hjá føroysku fólkatingsmonnunum er eisini í donsku fíggjarlógini. 

Lønin er 720.000 kr. um árið, umframt frían bústað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652