Heðin roynir enn

bannari
Heðin roynir enn
Heðin Mortensen dyrgir nú eftir at fáa Framsókn í sín part, so Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn kunnu skipa samgongu í Havn
Heðin Mortensen roynir framvegis eftir aðrari samgongu
 
12.11.2016 - 10:34

Bergun Kass, sum er vald í býráðið fyri Framsókn, váttar fyri Kringvarpinum, at Heðin Mortensen hevur ringt og boðið til samráðingar.

- Men tá Heðin Mortensen ikki hevði áhuga fyri okkum valkvøldið, so hava vit heldur ikki áhuga í Heðini Mortensen nú, sigur Bergun Kass.

Samstarvsavtalan, sum Framsókn hevur undirskrivað, stendur við, sigur hon. Heðin Mortensen váttar skrivliga, at hann hevur boðið Framsókn varaborgarstjórasessin og annað, sum Framsókn vil hava.

Annika Olsen segði við útvarpið í gjár, at Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn verða ætlandi liðug við sítt samgonguskjal um vikuskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851