- Tíðindi, mentan og ítróttur
EM-skelkur: Ætlaði at fremja 15 álop
06.06.2016 - 13:58
Aktuelt›Útheimurin
EM-skelkur: Ætlaði at fremja 15 álop
Ein franskur ríkisborgari er handtikin, tí løgreglan hevði illgruna um, at maðurin hevði ætlanir um at fremja yvirgang tá EM í fótbólti verður

Ukrainska løgreglan hevur handtikið ein franskan ríkisborgara. Myndugleikarnir halda, at maðurin hevði ætlanir at fremja 15 álop undir EM-kappingini í fótbólti
Mynd: AP
Ukrainska løgreglan hevur handtikið ein franskan ríkisborgara, sum er undir illgruna fyri at hava ætlanir um at fremja yvirgangsatsóknir, tá EM í fótbólti er seinni í hesum mánaðinum.
Tað skrivar norska kringvarpið, NRK. Sambært útlendskum miðlum hevði maðurin ætlanir um 15 álop. Í seinastu viku ávaraði USA um, at atsóknir kunnu verða framdar tá EM-kappingin er.
Franski forsetin, François Hollande, hevur eisini sagt, at hóttanir eru um yvirgang, meðan kappingin er. Evropameistarakappingin í fótbólti byrjar fríggjadagin 10. juni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV