Senda tíðindafundin beinleiðis

bannari
Senda tíðindafundin beinleiðis
Tíðindafundurin um niðurstøðuna hjá Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóra, verður sendur beinleiðis í útvarpinum, og hann verður eisini stroymaður
 
23.06.2015 - 08:57

Nú klokkan 10 fær Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, frágreiðingina frá Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóra, sum hevur kannað málið um Eysturoyartunnilin.

Hann hevur kannað leiklutin hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í málinum.

Klokkan 14 verður tíðindafundur í løgtinginum um niðurstøðuna í frágreiðingini.

Tíðindafundurin verður sendur beinleiðis í útvarpinum, og hann verður eisini stroymaður á netinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652