Ikki útveiting, men bygnaðarbroytingar á SSL

Ikki útveiting, men bygnaðarbroytingar á SSL
Ein arbeiðsbólkur sigur, at útreiðslurnar av farleiðum hjá Strandferðsluni, sum eru útveittar, eru hækkaðar
Arbeiðsbólkurin sigur, at útveiting av Bygdaleiðum kosta nógv
 
23.06.2015 - 08:04

Arbeiðsbólkurin, sum hevur kannað, um tað loysir seg at útveita tænastuna hjá Strandfaraskipum Landsins, er liðugur við sína frágreiðing. Hann vast í, um tað ber til at spara í rakstrinum við at veita tænasturnar út. Heldur mælir arbeiðsbólkurin til at gera bygnaðarbroytingar á Strandferðsluni.

Eftirmetingin av teimum útveitingum, sum eru framdar innan samferðslu í Føroyum, t.e. Bygdaleiðir og Mykinesleiðin, vísir ein stóran útreiðsluvøkstur, síðani farleiðirnar eru útveittar, serliga innan Bygdaleiðir. Eftirmetingin vísir eisini, at tað hava verið avbjóðingar við at skapa kapping í sambandi við undanfarin útboðsumfør. 

Ivasamt at útveita

Sum heild metir arbeiðsbólkurin tað vera ivasamt, hvussu tað ber til at spara í rakstrinum í samband við útveiting.

Orsøkin er m.a., at tað er avmarkað, hvørjar møguleikar privatir veitarar hava at tillaga raksturin innan sjóvegis farleiðirnar.

Sambært lógini skulu túratalið og ferðaseðlaprísurin ikki broytast, lønarsáttmálar geva ikki møguleika fyri stórvegis tillagingum, og neyvan verður møguligt hjá privatum arbeiðstakara at keypa munandi bíligari olju.

Missa fyrimun við stórrakstri

Harafturat missir SSL stórrakstrarfyrimunir, um einstakar farleiðir verða útveittar og raksturin av farleiðum, sum eru eftir, verður sostatt størri. Harafturat fer fyrisitingarligi kostnaðurin til stýring og eftirlit av sáttmálum o.ø. (transaktiónskostnaðurin) at at hækka, sigur arbeiðsbólkurin 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mars
Morgunlesturin týsdagur 19. mars 2024
171995
Mánadag 18. mars
Norðurljóð 18.mars 2024
172377
Mánadag 18. mars
Vreiði og vreiða
172342
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mars
Andakt við Johan við Neyst
172320
Sunnudag 17. mars
Møti úr Kelduni
172321
Fríggjadag 15. mars
Veðrið
172276
Fríggjadag 15. mars
Breddin stroyming: Orðaskifti um semjuskjal
172264