- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
At skifta starv kann vera bæði mennandi og gevandi
17-09-2021
Á Vegleiðingarstovuni ber til at søkja sær góð ráð, tá tú umhugsar at skifta starv
Tað kunnu vera nógvar ymiskar orsøkir til, at fólk hava hug at fremja eitt karrieruskifti, sigur Maiken Skarðenni, vegleiðari á Vegleiðingarstovuni.
Summi kenna á sær, at uppgávan er loyst, og at tey tí skulu víðari. Onnur hava bara hug at royna okkurt annað.
Royndirnar vísa, at tað er eitt gott hugskot at tosa við ein vegleiðara áðrenn. Sannlíkindini fyri, at nýggja starvsleiðin er væleydnað, eru størri tá.
Skilagott er at tryggja sær, at baklandið eisini tekur undir við skiftinum, leggur Maiken Skarðenni aftrat.
Tú kanst vitja heimasíðuna hjá Vegleiðingarstovuni á hesum leinki.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024