- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Hetta er umleið helvtin av tí sum krevst, fyri at vit meta at toskurin er nøkulunda komin fyri seg aftur, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni.
Seinastu boðini hann hevði fingið, var, at tey høvdu fingið 130 toskar, men tá ið samanum kom, vóru teir 156 í talið.
- Tað er sera torført at greina, hví toskurin ikki kemur fyri seg aftur á Bankanum, tí tað eru so nógv parametur ið spæla inn, sigur Petur.
Føroya Banki hevur verið stongdur fyri allari vinnuligari veiðu síðani 2008, men tað hevur ikki bøtt upp á støðuna. Bankatoskurin er enn illani fyri.
- Vit vita, at gýtandi toskur tolur illa hita, sigur Petur, so tað kann verða eina orsøk til, at stovnurin hevur tað trupult á Bankanum.
- Gýtandi toskur trívist best, har hitin er um 6-7 hitastig, men á Bankanum hevur hitin ligið um 7.5 - 8 hitastig í apríl, ið er árstíðin, tá ið toskur gýtur.
- Hetta kann hava neiliga ávirkan á toskastovnin á bankanum, sigur Petur. Men tað ber ikki til at gera eina niðurstøðu, at veðurlagsbroytingar aleina er orsøkin til vánaligu støðuna hjá bankatoskinum.
- Tað er meira komplekst enn bara tað og tað skal nógv meira gransking til, fyri at koma til eina greiða niðurstøðu, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur.
Okrir batar eru tó at hóma, tí 156 toskar er munandi meira, enn tá talið hevur verið lægst. Tá fekk Magnus Heinason bara eini 30 bankatoskar.
- Vit fingu eisini nakað av smáfiski hesuferð, so tað kann verða ein ábending um, at har er ein tilgongd á veg av toski á bankanum, sigur Petur Steingrund.
Frágreiðing frá Havstovuni um túrin hjá Jákupi Sverra á Bankanum kann lesast HER
Lurta eftir allari samrøðuni við Petur Steingrund.