Góðan morgun Føroyar

- Hetta oyðileggur alt
14-09-2021
Saman við Sjúrði Skaale, fólkatingslimi, og Jóan Paula Joensen, fólkalívsfrøðingi, verður skift orð um nógv umrødda springaradrápið í Skálafirði

Tað plagdi at vera ein frægd at verja grindadráp, sigur Sjúrður Skaale. Orsøkin til tað hevur verið, at vit hava havt tey góðu argumentini.

Eftir drápið í Skálafirði er tað vorðið munandi truplari. Fólk góðtaka ikki, at vit drepa hesar delfinirnar. Delfinir eru sum hundar. Tær standa menniskjum nær.

Haraftrat er hetta ikki siðvenja, og drápið tók alt ov langa tíð.

Hetta er størsta grindadráp, sum nakarantíð hevur verið í Føroyum, sigur Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, tí er ikki løgið, at reaktiónir koma uttanifrá.

Gamalt var í Føroyum, at tað ikki bleiv tikið meira, enn brúk var fyri. Hetta var ov gramligt, leggur Jóan Pauli Joensen aftrat.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024