Góðan morgun Føroyar

Nýggj app til útróðrarmannin
17-06-2021
Blue Lobster eitur nýggj app, sum skal vera eitt millumlið hjá útróðrarmonnum og kundum

Blue Lobster er ein app, sum virkar sum ein talgildur marknaður, har útróðrarmaðurin beinleiðis kann selja til sínar kundar. Hetta kann eitt nú vera ein kokkur á einari matstovu ella ein privat persónur.

Tað var av tilvild at Tórður Pætur Ravnsfjall hitti fólkini, sum settu fyritøkuna Blue Lobster á stovn. Hetta hendi til eitt tiltak í Danmark, sum snúði seg um matvøruídnaðin. Tórður sá stórar møguleikar í Føroyum við einari app til fiskasølu. Nú er hann teirra umboð í Føroyum.

Tey eru í løtuni enn við at menna appina. Eitt nú kannar Tórður hvørji loyvi eru kravd í Føroyum - eitt nú tey heilsufrøðiligu krøvini.

Appin kann tó longu takast niður.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024