- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Í løtuni kanna granskarar á Fargen, um tað ber til at brúka ílegur hjá fólki, soleiðis at mann kann síggja virknaðin av ávísum heilivági.
Tað er rættiliga ymiskt, hvussu fólk reagera upp á sama heilivág, men hví riggar onkur heilivágur væl hjá einum persóni og sera illa hjá einum øðrum?
Eini 1500 føroyingar, sum eru partur av FarGen-verkætlanini, hava í hesum døgum fingið bjóðað at vera við í eini kanning, har mann kannar sambandið millum ílegur og heilivág.
Tað eru Ílegusavnið, Landssjúkrahúsið og Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya, sum samstarva um hesa verkætlanina.
Noomi O. Gregersen, Ph.d. og verkætlanarleiðari fyri FarGen og Jónrit Halling, Ph.d. frá Náttúruvísindadeildini á Setrinum, greiddu frá verkætlanini í morgunsendingini.