- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Føroyingur í Parkini: Vit vistu einki
14-06-2021
Tað var ein lætti, tá tað frættist, at Eriksen var komin frá hendingini við lívinum, men skelkurin hevur sett seg, viðgongur Finn Mørk
Tað var ein skelkandi uppliving at vera í Parkini og síggja tað, sum hendi. Tað ásannar Finn Mørk, sum taldist millum áskoðararnar til EM-dystin millum Danmark og Finnland.
Sjálvur sat føroyingurin á langsíðuni, har hendingin fór fram.
42 minuttir vóru spældir í fyrra hálvleiki. Danmark átti innkast. Bólturin var tveittur ímóti Christian Eriksen, men áðrenn bólturin kom fram, small danski landsliðsleikarin í vøllin.
Tað var skjótt greitt, at støðan var álvarsom. Læknar komu á vøllin og góvu Eriksen livbjargandi fyrstuhjálp. Seinni bleiv hann koyrdur av vøllinum.
Vit vistu als einki um støðuna hesa løtuna, sigur Finn Mørk.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024