Góðan morgun Føroyar

Svenn stórtrívist sum heilsuhjálpari
04-05-2021
Kanska síggja menn hetta ikki sum ein møguleika, sigur Svenn Martinsson, sum seinastu átta árini hevur arbeitt innan eldraøkið.

Bara 25 av teimum 1.351 starvsfólkunum innan eldraøkið í Føroyum, eru menn. Ein teirra er Svenn Martinsson.

Eg trívist væl í hesum arbeiðinum, og mær dámar væl at kunna hjálpa fólki, sigur Svenn Martinsson, ið bleiv útlærdur fyri átta árum síðani og arbeiðir á Boðanesheiminum í Havn.

Sambært honum eru fleiri orsøkir til, at tað eru so fáir menn, ið velja at útbúgva seg og arbeiða innan eldraøkið.

Eitt er lønin, eitt annað eru tær skiftandi arbeiðstíðirnar, sum ikki rigga so væl hjá teimum, ið hava børn til dømis. Men so havi eg eisini hoyrt onkran sagt, at tað, at arbeiða innan eldraøkið, er eitt arbeiði, sum bara er fyri kvinnur. Og tí hava teir so ongantíð sæð til dømis útbúgvingina sum heilsuhjálpri sum ein møguligan yrkisveg, fortelur Svenn Martinsson.

Hósdagin í farnu viku legði Búskaparráðið fram temafrágreiðing um útbúgvingartørvin innan vælferðartænastur. Tørvurin á útbúnum fólkum hevur manglað í fleiri ár, og hetta er ein tørvur, sum á ongan hátt gerst minni.

Skulu vit um 10 ár hava sama støði sum í dag, skulu vit hava meir enn 700 fulltíðarstarvsfólk afturat. Í morgunsendingini greiddi Svenn Martinsson frá sínum upplivingum og hugsanum um at starvast innan eldraøkið.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024