Góðan morgun Føroyar

Døgg hevur einki burturkast
21-04-2021
Krukkur við til handils og tablettir ístaðin fyri tannkrem. Døgg Durhuus gongur høgt upp í at tveita sum minst í ruskspannina

Seinastu fýra árini hevur 29 ára gamla Døgg Durhuus, sum býr í Keypmannahavn, havt serstakliga lítið burturkast í húsarhaldinum.

Døgg Durhuus livir eftir grundregluni, at hon skal tveita minst møguligt í ruskspannina og ikki brúka meir enn neyðugt - altjóða heitið fyri henda lívsstílin er "Zero Waste".

Hetta broytir so at siga als ikki mína lívsgóðsku. Altso um eg havi ein sjampodunk standandi inni í baðirúminum, ella um tað er ein føst sápa. Tí er tað ikki trupult fyri meg at liva soleiðis, sigur Døgg Durhuus, sum er útbúgvin í orkuverkfrøði.

Fyri at tveita sum minst í ruskspannina og avmarka sítt forbrúk hevur Døgg Durhuus fingið sær ávísar vanar.

Tá eg fari til handils havi eg ymisk íløt og krukkur við mær, soleiðis at eg kann keypa ymiskt í leysvekt. Og so havi eg altíð eitt berinet við mær, soleiðis at eg ikki skal keypa ein plastikkposa hvørjaferð, fortelur Døgg Durhuus.

Harafturat brúkar hon ikki vanligt tannkrem í tupu, sum flest onnur gera.

Eg brúki nakrar tablettir, sum við eitt sindur av vatni blíva til eitt slag av tannkremi í munninum. Á tann hátt sleppi eg undan øllum vatninum, sum verður fylt í og eini tómari tupu, sum má tveitast burtur, sigur Døgg Durhuus.

Í morgunsendingini greiddi Døgg Durhuus frá lívsstílinum og um teir ymisku vanarnar, hon hevur.

 

Til ber at lesa meir um Døgg Durhuus og hennara lívsstíl á nordicdew.com

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024