Skúladepilin í Marknagili kostaði fleiri 100 milliónir meira enn ætlað og var 5 ár seinkaður. Sendingin "Glasir" fer heilt aftur til 2008, tá fyrsta verklagslógin fyri skúladepilin í Marknagili varð samtykt, fyri at fáa greiðu á, hví tilgongdin gjørdist so ruðuleikakend og hvar meirkostnaðurin kom frá.
Sendingin varpar ljós á viðurskifti, sum ikki hava verið lýst fyrr, og sum hava havt stóra ávirkan á gongdina í byggjarínum. Lagt til rættis: Marjun Dalsgaard.
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.
Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.
Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.