Tíðliga á heysti fekk Eik Banki svárar trupulleikar. Fíggjareftirlitið kom við herdum krøvum, og eftir at hava barst fyri lívinum í nakrar skundmiklar dagar, hoknaði alt Eik samtakið niður
Í sendingini hyggja vit at gongdini fram til seinasta aðalfundin, og vit tosa við nakrar av høvuðspersónunum í søguni um Eik. Lagt til rættis: Ivan Niclasen
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.
Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.
Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.