Snæfall: Ranja
Ranja gongur í donskum skúla, men hóast tað ber væl til at vera í føroyskum jólakalendara.
Navn: Eg eiti Ranja Eir Gudmarsdóttir
Leiklutur: Eg leggi rødd til Selmu í kalendarinum.
Aldur: Eg eri næstan 10 ár
Bústaður: Eg búgvi í Kolding, tað er í Danmark
Skúli: Eg gangi í 4.b á Sdr.Vang Skole
Yndisdjór: Mítt yndisdjór er slanga
Konfekt ella karamellur:
Karamellur tí tað er næstan altíð marsipan í konfekt og eg dámi ikki marsipan.
Hvat er tað hugnaligasta við jólunum:
At vera saman við mínari familju
Dansa tit jólatræ:
Nei, vit dansa ikki jólatræ.