- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin
Í savninum eru 12 stuttsøgur, og um bókina sigur Sprotin, at hon viðger menniskju, sum eru steðgað upp og læst av fordómum og sínum umhvørvi.
Savnið lýsir tey fólkini, sum sjáldan fáa talutíð, og sum fá skilja, hvørt við sínum lýtum og einsemi í einum samfelag, har fólk vita av hvørjum øðrum, sneyta og eru illgrunasom.
Flestu stuttsøgurnar hava stutt heiti. Tær eita m.a. "Upp eftir enda", "Við harðari hond", "Grannin", "Tey avgjørdu", "Skuggin, "Gásareygu", "Tey", "Marmorrósan" og "Eg beri so nógv". Tað longsta heitið í savninum er "Aldurdómurin viskar seg sjálvan burtur".
Marna Jacobsen og Sámal Soll ummæla, og tey halda, at Oddfríður Marni Rasmussen kemur sera væl frá flestu søgunum.
Onkrar søgur er heldur metafiktionellar og kunnu tykjast abstraktar, men tær flestu hava greiða søgugongd og lýsa væl persónarnar, ið verða umrøddir.
Oddfríður skrivar væl, eisini tá hann lýsir vanligar støður úr gerandisdegnum, siga tey bæði.
Samband er millum fleiri av stuttsøgunum, men tær kunnu allar lesast sum sjálvstøðugar søgur.
Uni Arge leggur til rættis.