Vágskálin

Vágskálin: Nemandi ævisøga um tann føroyska Elvis
27-03-2024
Ævisøgan um Robert McBirnie eftir Hilmar Jan Hansen verður vigað á vágskálini

Robert McBirnie varð føddur 1. november í 1943 í Sørvági. Mamman var føroyingur og pápin enski hermaðurin, Robert Douglas McBirnie.
Eitt hálvt ár seinni fór pápin úr Føroyum og kom ongantíð aftur, og mamman og Robert fluttu til Vágs. Hon giftist Edmundi Petersen, ið gjørdist fosturpápi Robert.
Robert McBirnie sigur í ævisøguni, at hóast hann var krígsbarn, hevur hann onga søgu um happing og mismun at siga. Hann hevur havt eitt gott og langt lív.
Ein stóran part av lívinum hevur hann staðið á palli. Hann var við til at stovna Red Boys í 1959 og fór upp í Faroe Boys í 1963. Frá 1969 gjørdist hann eisini gitin undirhaldari.
Hann gjørdi manga undirhalds- og barnasending í útvarpinum, men mestu tíðina brúkti hann í skúlastovum, tí hann varð útbúgvin lærari.
Stóð tað til Robert sjálvan, gjørdist hann sjómaður, tí sjógvurin dró mest á ungum árum, men mamman vildi tað øðrvísi.
Uni Leitisstein Hansen og Ólavur Jakobsen ummæla bókina. Hon er sera væl skrivað, halda teir, og leggur nógv nýtt aftrat um lívið hjá Roberti McBirnie.
Nemandi er ikki minst søgan um, hvussu hann fór at leita eftir pápa sínum í 1977 og fann fleiri hálvsystkin.
Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Tveir ummælarar eru við hvørja ferð, og í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni, og brot verða spæld úr tí, sum ummælt verður. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
Skaldsøgan "Tám" eftir Jón Thorteinsson er til viðgerðar í sendingini hesaferð
15-11-2023
Yrkingasøvnini "Einki heiti" frá 2022 og "Heiti" frá 2023 eftir Tórodd Poulsen verða ummæld hesaferð
08-11-2023
Myndlist í Steinprenti og Listasavni Føroya og bókaframløga hjá Ole Wich eru á skránni
01-11-2023
Nýggja skaldsøgan "Dreymsótt" eftir Rakel Helmsdal verður løgd á vágskálina hesaferð
25-10-2023
Sjónleikirnir "Lortið" eftir Cristian Ceresoli og "Føðingardagsveitslan" eftir Harold Pinter verða ummældir í sendingini hesaferð
18-10-2023
Verða listafólk og starvsfólk í skapandi vinnugreinum arbeiðsleys av tilgjørdum viti?
11-10-2023
Bøkurnar "Reyn kæra Reyn - ein gongutúrur við Jørleifi" og "Bumbuatsóknin móti løgtingshúsinum í 1945" hjá Hans Andriasi Sølvará eru til viðgerðar í sendingini hesaferð
04-10-2023
Sjónleikurin "Tá kríggið er liðugt" er til viðgerðar í sendingini hesaferð
27-09-2023
Skaldsøgan "Hálvur máni hálv sól" eftir Jóanes Nielsen verður ummæld hesaferð
20-09-2023
Stuttsøgusavnið "Tíðarhylkið" hjá Ben Arabo verður ummælt
13-09-2023
Søvnini "Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum" hjá Kim Simonsen og "Protesur" hjá Jóan Paula Dahl Jakobsen verða ummæld
06-09-2023
  •