Vágskálin

Vágskálin: Útihýsta gandakellingin í Skúgvi
29-11-2023
Á vágskálina hesaferð verður løgd skaldsøgan "Sára Malena - seinasta gandakellingin í Føroyum" eftir Sólrun Michelsen

Fyrr í tíðini var mangan hættisligt at vera kvinna, tí tú kundi verða skírd heks, gívur, gandakelling, groyggj, gandakona, gandahít, trøllkona ella trøllkelling.

Sára Malena Guttormsdatter í Skúgvi segðist duga gand, og søgurnar um hana vóru mangar. Sólrun Michelsen hevur bygt sína skaldsøgu á søgnina um hana.

Marna Jacobsen og Eilen Anthoniussen, sum ummæla skaldsøguna, fingu væl burtur úr henni. Marna kendi søgnina um Sáru Malenu frammanundan, og við skaldsøguni gjørdist hon meira livandi.
Eilen frætti á fyrsta sinni um Sáru Malenu við nýggju skaldsøguni, og tað var ein spennandi uppliving.

Vágskálin

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Tveir ummælarar eru við hvørja ferð, og í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni, og brot verða spæld úr tí, sum ummælt verður. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
Bókin "Rasmus á Háskúlanum" hjá Guðruni Gaard verður løgd á vágskálina hesaferð
15-05-2024
Á fyrsta sinni verða røður ummæltar í sendingini, og talan er um tríggjar flaggrøður og eina 1. mai dags røðu
08-05-2024
Fyrst í apríl settu almennu Føroyar sjøtul á stórt mentanarligt framtak í New York
01-05-2024
Á vágskálini hesaferð er stuttsøgusavnið "Upp eftir enda" hjá Oddfríði Marna Rasmussen
17-04-2024
Á vágskálina hesaferð leggja vit til skaldsøguna "Summarið varar ikki alt árið longur" hjá Katrini Ottarsdóttir
10-04-2024
Vágskálin hesaferð snýr seg um móðurmálið, V. U. Hammershaimb og stavseting
03-04-2024
Ævisøgan um Robert McBirnie eftir Hilmar Jan Hansen verður vigað á vágskálini
27-03-2024
Frásagnarmedisin snýr seg um, at heilsustarvsfólk við at læra at greina bókmentir betur kunnu skilja sjúklingarnar.
20-03-2024
Skaldsøgan "Rangstøða" hjá Daniali Viðoy verður viðgjørd í sendingini
13-03-2024
Bárður Jákupsson og Tróndur Patursson eru gestir í sendingini hesaferð
06-03-2024
Bókin sum Sonnu Dahl úr Vági verður løgd á vágskálina
27-02-2024
Ævisøgan hjá Virgari Dalsgaard um Petur Mohr Dam, fyrrverandi løgmann og formann í Javnaðarflokkinum, er til viðgerðar
21-02-2024