Nert ikki við

Vit nerta við framtíðina í psykiatriini
06-06-2023
P13
Hvussu ynskja vit at framtíðin í psykiatriini sær út? Hvørji tilboð eiga at raðfestast? Hvat halda vit um nýggja tilboðið um, at læknavaktin fær psykiatriskar førleikar?

Í dag nerta vit við framtíðina í psykiatriini.
 
Og vit anda út. Í dag er nemliga síðsti partur áðrenn summarfrítíðina. Til síðsta partin í hesum umfari nerta vit við framtíðina í psykiatriini.
 
Hesin parturin er eitt sindur øðrvísi. Í einum longri kjaki, hugleiða vit báðir vertirnir og tey bæði fakligi umboðini, Ragnar Djurhuus Hammer, psykiatari og yvirlækni á vaksnadeildini í psykiatriini, og Andrias Hansen, starvsfólk í Fountainhúsinum, um evnið.

Vit tosa um hvussu ein viðgerðarætlan kann síggja út á psykiatriska deplinum, um sálarliga hjálpin á psykiatriska deplinum er nøktandi, um nýggja sjúkrahúsið, ið er ávegis, hvat rætti javnvágurin er millum medisinska- og sálarliga viðgerð o.s.fr. Í dag fevna vit breitt. Vit nerta við alt tað, ið kundi broytt seg framyvir. Vit hugleiða síðani um farnu partarnir. 

Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind

Nert ikki við

Nert ikki við er útvarpssending, sum fer at nerta við evni, ið vit vanliga ikki tosa um innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur ein persónligan og ein fakligan vinkul. Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Annar hvør danskari og triði hvør føroyingur fara hvør til sítt. Veruleikin er, at hjúnaskilnaður er ógvuliga vanligur, men hví er evnið so torført at tosa um?
23-11-2022
  •