Gabor Peter - tann reyða ræðslan

Gabor Peter - tann reyða ræðslan
13-03-2021
Frásøgumynd eftir Árna Joensen.

Tann 53 ára gamli amerikanarin, sum kom spákandi út úr fongslinum í Budapest hendan dagin í 1956, hevði ilt við at hyggja í ti sterka sólarljósinum. Tað var heldur ikki so løgið, tí hetta var fyrstu ferð í sjey ár, at hann sá sólina. Hesi árini høvdu eisini sett síni spor, so maðurin tóktist vera næstan ferðir so gamal, sum hann í veruleikanum var. Tað sást eisini, at hann hevði ikki havt tað lætt hesi árini. Hárið var vorðið grátt, ja næstan hvítt. Og hann var lítið annað enn tað bera bein.

Tað var greitt, at Noel Field hevði havt eina tilveru, sum bara tey fáu koma undan við lívinum. Eina tilveru, sum hann hevði fingið, orsakað av einum øðrum manni. Hesin æt Gabor Peter, sum var njósnari og ovasti fyri loyniligu ungarsku løgverjuna, sum í árunum frammanundan hevði staðið fyri einum óhugnaligum harðskapi og yvirgangi í Ungarn. 

Jógvan Arge og Bjarni Johansen hava lagt til rættis.

Gabor Peter - tann reyða ræðslan

Ljóðmynd sum Árni Joensen hevur skrivað. 
Frásøgumynd eftir Árna Joensen.
13-03-2021