Fiskivinnuting

Fiskivinnuting á Torradøgum
23-02-2024
Kringvarpið sendi beinleiðis frá fiskivinnutinginum í Varpinum í Klaksvík mikukvøldið. Her ber til at hoyra sendingina.

Aftur í ár varð skipað fyri fiskivinnutingi í sambandi við Torradagarnar í Klaksvík. 

Fiskivinnutingið bleiv sent beinleiðis í útvarpinum. 

Trý høvuðsevni vóru á fiskivinnutinginum hesaferð:

  • Janet Fríða Johannesen, matvørufrøðingur, Hanus Hansen, reiðari og Johannes Martin Olsen, nevndarformaður í Sjógæti, kjakaðust um virðisøking í fiskivinnuni. 
     
  • Osmund Justinussen, reiðari, og Helga Bára Mohr Vang, fiskifrøðingur, kjakaðust um, hvussu vit á bestan hátt røkja botnfiskastovnarnar, serliga toskastovnin. 
     
  • Triðja evni var støðan hjá botnfiskaflotanum eftir nýggjastu skerjingarnar í fiskidøgum og veiðimøguleikum. Við pallborðið til hendan partin vóru Bjarni í Skálum, formaður í Felagnum Trolbátar, Andru Poulsen, sum rekur útróðrarbátin Stakkavík, Hanus Hansen, sum eigur og rekur fleiri trolarar í bólki-2 og Eydna í Homrum, leiðari á Tilfeingisdeildini á Havstovuni.

Kvøldið endaði við politiskum kjaki, har hesi vóru við:

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Tjóðveldi
Uni Holm Johannesen, Javnaðarflokkurin
Karlot Hergeirsson, Framsókn
Steffan Klein Poulsen, Miðflokkurin
Beinir Johannesen, Fólkaflokkurin
Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin

Áhoyrarar høvdu eisini møguleika at seta spurningar.

Vertir vóru Elin Winther Poulsen og Jón Brian Hvidtfeldt. 

Fiskivinnuting

Fiskivinnutingið er árligt ting, ið verður fyriskipað í sambandi við Torradagarnar í Klaksvík. Kjakast verður um aktuell evnir innan fiskvinnuna, og endað verður við einum politiskum pallborðsfundi. 
Kringvarpið sendi beinleiðis frá fiskivinnutinginum í Varpinum í Klaksvík mikukvøldið. Her ber til at hoyra sendingina.
23-02-2024