Ósemja um arbeiði í H-bygninginum

Ósemja um arbeiði í H-bygninginum
Ósemja millum Landsverk og ráðgeva um H-bygningin ger, at stívliga hálv onnur millión var afturhildin
Ósemja um arbeiðið er gjørt ella ikki í H-bygninginum.
 
28.12.2023 - 07:53

Ósemja millum Landsverk og ráðgeva um H-bygningin ger, at stívliga hálv onnur millión var afturhildin.

Grannskoðanarvirkið Spekt, sum hevur grannskoðað roknskapin hjá Landssjúkrahúsinum fyri 2022, skrivar, at skuldin hjá útbyggingini var við árslok 2022 11,1 millión krónur.

Ein millón og 519.000 kr. eru viðvíkjandi ósemju millum Landsverk og veitara.

Partarnir gjørdu í juni í ár semju.

Semja

Í semjuni stendur, at partur av upphæddini skal rindast beinanvegin, men hitt verður goldið, tá  manglarnir eru fingnir í rættlag.

Landsverk sigur, at veitarin hevur ikki veitt tær tænastur, sum eru faktureraðar.

Partarnir eru ikki samdir um arbeiðið er gjørt, ella hvussu nógv arbeiði er gjørt. 

Grannskoðarin mælir til, at møguligar ósemjur verða avgreiddar sum skjótast.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV