12 nýggir sálmar og sangir

12 nýggir sálmar og sangir (2. partur)
26-12-2023

Vit hoyra og hoyra um 12 nýggjar sálmar og sangir hjá Torleif Johannesen og Ásbjørn Berthelsen. 

Sálmarnir og sangirnir eru skrivaðir frá oktober 2019 til juni árið eftir, og í heyst framførdi kórið, VOX, teir á stórmøtunum hjá Heimamissiónini.

Um tú vilt hoyra meir um hugskotið, arbeiðsgongdina og hvat teir báðir ætla og vóna fyri sálmarnar og sangirnar, kanst tú lurta eftir poddvarpinum við sama navni.

Í poddvarpinum geva Jákup Reinert Hansen, lektari, og Símun Hammer, organistur, síni boð upp á, hvar okkara sálmasiðvenja byrjaði, og hvat ein sálmur er.

12 nýggir sálmar og sangir

Hetta er sending við 12 nýggjum sálmum og sangum, ið vóru skrivaðir í 2019 og 2020, og framførdir av Vox á Stórmøtunum hjá Heimamissiónini í Giljanesi á heysti 2023.
Í 2019 byrjaði tað, sum varð 12 nýggir sálmar og sangir. Torleif Johannesen og Ásbjørn Berthelsen greiða frá, meðan lektari og organistur fortelja um, hvat ein sálmur er
23-12-2023