Teistin fer væntandi at sigla á nólsoyarleiðini

Teistin fer væntandi at sigla á nólsoyarleiðini
Ternan verður tøk sum avloysaraskip, og fer at gera nakar túrar um vikuna millum Gomlurætt og Hest
Royndarsiglingin við Teistanum í Nólsoy eydnaðist væl, og helst fáa nólsoyingar Teistan, tá hann gevst á sigla um skopunarfjørð.
 
30.11.2023 - 12:00

Tað verða helst nólsoyingar, sum í fyrstu atløgu fáa gleði av Teistanum, tá Sandoyartunnilin letur upp beint fyri jól, og tí ikki longur verður brúk fyri skipinum á sandoyarleiðini.   

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Dennis Holm, tekur undir við Strandferðsluni um ikki at selja Teistan, tí royndarsiglingarnar hava víst, at hann kann brúkast á nólsoyarleiðini uttan stórvegis tillagingar á landi.

Teistin kann eisini røkja kalsoyarleiðina við at gera nakrar størri tillagingar á ferjulegunum í Klaksvík og á Syðradali. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

30112023_Dennis_um_Teistan

 

Tá Teistin væntandi fer at røkja nólsoyarleiðina, verður Ternan tøk sum avloysaraskip.

Ætlanin er eisini, at Ternan skal gera nakrar túrar um vikuna av Gomlurætt út í Hest, so møguligt verður at flyta bilar ímillum, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV