Ruth Vang: Broyttur karmur kostar landskassanum 100 mió. um árið

Ruth Vang: Broyttur karmur kostar landskassanum 100 mió. um árið
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sigur, at Fíggjarmálaráðið er til reiðar at flyta seg, men tað má vera innan fyri tað, sum fíggjarliga ráðiligt
Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum. (Savnsmynd: Finnur Justinussen)
 
19.10.2023 - 12:59

Skulu vit ganga krøvunum frá sjúkrarøktarfrøðingunum á møti, verður eisini neyðugt at broyta lønarkarmin fyri onnur feløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, og tað fer at kosta landskassanum í minsta lagi 100 milliónir krónur aftrat um árið.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, nú Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur víst, at tað er "larmandi tøgn og lívshættisligt treiskni frá Fíggjarmálaráðnum, ið framvegis noktar at samráðast."

- Vit eru sinnað at flyta okkum, men tað má vera innan fyri tað, sum er fíggjarliga ráðiligt, sigur Ruth Vang.

Hoyr samrøðu við landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum í útvarpstíðindunum:

 

19102023_Ruth_


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216